- Tíðindi, mentan og ítróttur
Írski fiskimálaráðharrin í øðini
Írski fiskimálaráðharrin í øðini
ES-londini hava nú sett kikaran á Ísland. Írski fiskimálaráðharrin, Simon Coveney, krevur, at ES revsar Ísland fyri makrelfiskiskapin í heyst. Samstundis finst íslendska stjórnin í hvøssum mótmæli at ætlaðu handilsforðingunum hjá ES móti Føroyum

Írski fiskimálaráðharrin, Simon Coveney, er í øðini inn á Føroyar og Ísland.
20.08.2013 - 16:25
Sambært írska blaðnum Irish Examiner hartar írski fiskimálaráðharrin ES fyri ikki at hava borið nóg skjótt at móti Íslandi og Føroyum, tí londini koma makrelstovninum í stóran vanda.
Føroyar tóku ikki av
Simon Coveney sigur, at Íslandi og Føroyum stóð í boði at fáa 15 prosent av makrelkvotuni, sum skuldu býtast millum londini bæði. Men tey tóku ikki av og hava ikki viljað verið við til at fáa nakra semju um makrelin. Makrelur er størsta inntøkan hjá írsku fiskivinnuni, og í Írlandi eru tíggju uppsjóvarvirki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























