Stríðið í Egyptalandi kann ávirka Atlantic Airways

Stríðið í Egyptalandi kann ávirka Atlantic Airways
Danska uttanríkisráðið mælir fólki frá at ferðast til Egyptalands, sum støðan er har í løtuni
Stríðið í Egyptalandi og mjørki í Vágum ávirka úrslitið hjá Atlantic Airways.
 
22.08.2013 - 11:21

Atlantic Airways flýgur til Egyptalands fyri eina danska ferðaskrivstovu, men nú í triðja ársfjórðingi ávirkar ófriðurin í Egyptalandi ikki leiguflúgvingina hjá Atlantic Airways stórvegis, tí flúgvingin hagar hendan ársfjórðingin er avmarkað.

Kann gerast verri

Men heldur ótrygga støðan fram eftir 1.oktober, tá meiri flúgving er til Egyptalands, kann tað ávirka ársúrslitið hjá føroyska flogfelagnum, sigur Atlantic Airways, sum í gjárkvøldið kunngjørdi úrslitið fyri fyrra hálvár.

Mjørkin ávirkar eisini

Men nógvi mjørkin í summar hevur longu ávirkað úrslitið í triðja ársfjórðingi. Hann kostaði felagnum millum 7,5 og 8,5 mió. kr. Úrslitið hjá Atlantic Airways fyrra hálvár var 3,5 mió. kr. eftir skatt, góðar tvær milliónir meira enn í fjør. Ferðafólkatalið er vaksið sjey prosent, tí felagið hevur havt fleri ferðaseðlar til sølu og fleiri lágprísferðir eru seldar.

Í oktober fær felagið triðja Airbus-flogfarið. Í vetur fer tað flogfarið fyrst og fremst í leiguflúgving úr Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392