Flestu børnini fødd uttan fyri hjúnalag

Flestu børnini fødd uttan fyri hjúnalag
Hagtølini hjá landslæknanum ganga aftur til 2000, og ongantíð hetta tíðarskeiðið hevur talið á nýføðingum, sum ikki hava gift foreldur, verið so stórt
Í fjør vóru 57,9 prosent av nýføddu børnunum fødd uttan fyri hjúnalag
 
08.09.2013 - 13:25

Meira enn helvtin av børnunum, sum verða fødd í Føroyum, eru fødd uttan fyri hjúnalag. Tað vísa hagtøl hjá Landslæknanum, sum millum annað skrásetur viðurskifti viðvíkjandi føðingum í Føroyum.

Í fjør vóru 57,9 prosent av nýføddu børnunum fødd uttan fyri hjúnalag. Hagtølini hjá landslæknanum ganga aftur til 2000, og ongantíð hetta tíðarskeiðið hevur talið á nýføðingum, sum ikki hava gift foreldur, verið so stórt.

Í 2000 vóru bara 41,1 prosent av børnunum fødd uttan fyri hjúnalag. Árini eftir lá talið nøkulunda um 50 prosent, men seinastu trý árini eru tað alt fleiri, sum koma í verðina uttan fyri hjúnalag. Í 2011 var talið 57,5 prosent, og í 2010 var tað 46,7 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444