Búnaðargrunnurin vil sleppa at mótrokna skuld

Búnaðargrunnurin vil sleppa at mótrokna skuld
Tað er ábyrgdarleyst, at stuðul verður latin teimum, sum ikki halda sínar skyldar mótvegis tí almenna, sigur nevndin í Búnaðargrunninum
Gíðar fýra milliónir kr. skulu takast úr Búnaðargrunninum til bøndur at hoyggja fyri
 
12.09.2013 - 07:49

Tað kann ikki vera rætt, at nógvur kontantur stuðul verður latin teimum, sum frammanundan ikki halda sínar skyldur til tað almenna, og tað almenna ikki hevur møguleika at mótrokna. Eitt framkomið samfelag kann ikki hava slíkar skipanir. Tað er ábyrgdarleyst.

Tað sigur nevndin í Búnaðargrunninum í brævi til Fiskimálaráðið, nú bøndur skulu fáa pengar úr grunninum at hoyggja fyri. Talan er um góðar 4,1 millión krónur um árið í seks ár. Pengarnir skulu takast úr Búnaðargrunninum.

Mótrokna skuld

Búnaðargrunnurin gjørdi eisini fyrr í ár vart við, at grunnurin í summum førum hevur transport í stuðli. Viðvíkjandi stráfóðurstuðlinum, sum nú skal latast, vil Búnaðargrunnurin sleppa at mótrókna hjá teimum bøndrum, sum hava falna skuld til grunnin.

Búnaðargrunnurin vísir á møguleikan, at stráfóðurstuðulin verður brúktur til at gjalda skuld í bankunum, samstundis sum Búnaðargrunnurin ikki fær sínar pengar frá bóndanum. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fekk eisini brævið frá Búnaðargrunninum.

Og nevndin vil hava landsstýrismannin í landbúnaðarmálum at tryggja, at allur stuðulin fer beinleiðis til tað, hann er ætlaður, til økta føroyska stráfóðurframleiðslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andaktin
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308