Myllur í Húsahaga fyri 100 milliónir

Myllur í Húsahaga fyri 100 milliónir
Jørðarbeiðið kostar 10 milliónir kr.
 
02.10.2013 - 09:10

Vindmyllulundin hjá SEV í Húsahaga í Suðurstreymi fer at kosta okkurt um 100 mió. kr.

Tilboðini upp á vegir og jørðarbeiðið vórðu latin upp í gjár.

Fimm tilboð eru, og Articon hevur lægsta tilboðið, 9,8 mió. kr.

SEV fer nú saman við Landsbyggifelagnum at meta um tilboðini, áðrenn avgjørt verður, hvør fær arbeiðið.

Mánadagin skrivaði SEV undir sáttmála við týsku fyritøkuna ENERCON um at byggja og seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga.

Myllurnar kosta 85 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334