Breddin

Breddin
19-11-2019
Føroyar í altjóða trygdarpolitikki. Skulu føroysku páparnir í barsil við lóg? Og hví skulu EIK-stjórar rinda endurgjald fyri týskar íløgur

Russiskir kavbátar og amerikanskar fregattir kring Føroyar - og donsk jagaraflogfør á flogvøllinum í Vágum. Tað kann gerast veruleiki, nú altjóða trygdarpolitikkur gerst alsamt meira ítøkiligur fyri Føroyar. Vit hava verið á trygdarpolitiskari ráðstevnu á Christiansborg, og vit greina støðuna saman við fyrrverandi Føroya-ráðgeva í danska Uttanríkisráðnum. Luttakarar: Anders Puck Nielsen, orlogskaptajn og trygdargreinari á deildini fyri maritim viðurskifti á danska verjuakademinum; Trine Bramsen, danskur verjumálaráðharri; Carla Sands, amerikanskur sendiharri í Danmark; Árni Olafsson, fyrrverandi Føroya-ráðgevi í danska Uttanríkismálaráðnum.


Nýggj frágreiðing frá Norðurlendska Ráðharraráðnum mælir til at seta pápakvotur á barnsburðarfarloyvi. Men skulu føroysku páparnir heim í barsil við lóg? Kjak millum Lív Patursson, samskipara í Javnstøðunevndini og Demokratia, og Helga Abrahamsen, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum & barsilsskipanini.

Hví blivu Marner Jacobsen, Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg dømdir at rinda 129 milliónir í endurgjaldi fyri íløguna, sum gamli Eik Banki gjørdi í handilsmiðstøðir í Týsklandi ? Vit hyggja í dómin, sum Føroya Rættur feldi í málinum millum Finansiel Stabilitet og gomlu Eik-leiðsluna í gjár.

Lagt til rættis: John Johannessen, Kaj Joensen, Tróndur Olsen.
Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024