Breddin

Breddin
08-04-2021
Valúrslitið í Grønlandi, radaramálið og sálarfrøðitilboð til 15-35 ára gomul

Alt bendir á, at 34 ára gamli Múte Bourup Egede úr IA gerst næsti landsstýrisformaður í Grønlandi. Men hvussu vil tað ávirka grønlendskan politikk?

Vit tosa við Trine Juncher Jørgensen, redaktør á Sermitsiaq.

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum gevur landssstýrismanninum heimild at samráðast við donsku stjórnina um eitt "nøktandi úrslit" í radaramálinum.´Men hvat er eitt "nøktandi úrslit", og hava vit yvirhøvur rætt at krevja nakað afturfyri eina felags verju?

Vit tosa við Sámal Trónd Finnsson Johansen, søgufrøðing; Søren Espersen, fólkatingsmann fyri Danska Fólkaflokkin og lim í uttanríkispolitisku nevndini hjá fólkatinginum. Eisini kjakast Bill Justinussen, Jaspur Langgaard og Hervør Pálsdóttir, politikarar í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, um málið.

Loksins er nýggja tilboðið í heilsuverkinum veruleiki. 15 til 35 ára gomul fáa nú tilboð um ókeypis sálarfrøðihjálp móti angist ella løttum til moderatum tunglyndi.

Vit tosa við Suna Poulsen, sálarfrøðing og verkætlanarleiðara, um nýggja tilboðið.

 

Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir, Tróndur Olsen, Kaj Joensen og Jón Brian Hvidtfeldt.

Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024