Breddin

Breddin
12-05-2021
Ferðaleiðarar, dagstovnaøkið og útlendingar í norsku fiskivinnuni

Samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið standa í botni, og tí var neyðugt at senda boð eftir Semingsstovninum í farnu viku.

Hetta hendir samstundis sum dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu er merkt av ruðuleika, aftaná kreppufundir, uppsagnir og samhugasjúkrameldingar seinastu vikurnar.

Vit viðgera spentu støðuna á dagstovnaøkinum við Árna Gregersen, politiskum eygleiðara, og Maud Wang Hansen, fyrrverandi forkvinnu í Føroya Pedagogfelag.

Ferðaleiðarar

Ferðaleiðarar skulu leggja meirvirðisgjald á sítt virksemið.

Tað boðar TAKS frá í dag, aftaná at hava tikið støðu til ymiskar tulkingar á økinum.

Kunningin hjá TAKS kemur óvart á politikarar, men hvat siga tey ið virka innan ferðavinnuna?

Útlendingar í norsku fiskivinnuni

Norski fiskimálaráðharrin Odd Emil Ingebrigtsen krevur at eftirlitið, sum skal avmarka atgongdina hjá útlendingum til norsku fiskivinnuna, verður hert.

Tað ger hann, aftaná at Samherji hevur keypt seg inn í eitt norskt reiðarí.

Vit tosa við Jógvan Hugo Gardar, journalist, um málið.

Luttakarar: Guðrið Højgaard, Hilda Thomsen, Bjarni Kárason Petersen, Magnus Rasmussen, Jógvan Hugo Gardar, Árni Gregersen, Maud Wang Hansen og Jógvan Philbrow.
Gjørt sendingina hava Jógvan Skeel Nolsøe og Tróndur Olsen. 
Redaktørur var Hallur av Rana.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024