Breddin

Breddin - Fangi hjá Islamskum Stati
25-05-2022
Daniel Rye var gísli hjá Islamskum Stati í næstan 400 dagar í 2013 og '14. Í farna mánaði vóru tveir av gíslatakarunum dømdir fyri at pína og avrætta fangar

Í apríl vóru El Shafee Elsheik og Alexanda Kotey, limir í Islamska statinum, dømdir sekir í at fremja yvirgang, og pína og avrætta gíslar í Sýria.

Kotey fekk lívslanga fongulsrevsing, meðan dómurin hjá Elsheik verður avgjørdur seinni í ár.

Talan er um søguligar og týdningarmiklar dómar, tí teir vóru dømdir í USA fyri yvirgang í Sýria, har flestu av yvirlivandi ofrum teirra ikki høvdu sæð andlitini á gíslatakarunum, sum høvdu havt samband við teir.

Ein av fangunum, sum Kotey og Elsheik høvdu undir hond, var danski myndajournalisturin Daniel Rye, sum tó kom út úr Sýria og aftur til Danmarkar á lívi, eftir at hava verið gísli hjá Islamskum stati í 398 dagar. 

Daniel Rye er gestur hjá Elini Mirjamsdóttur í Breddanum í dag og greiðir millum annað frá upplivingum sínum sum fangi og gísli hjá Islamskum stati.

Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir, Frants Jensen. Redaktørur: Tróndur Olsen

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024