Breddin

Breddin: Kvinnuumboðan og Iran
01-02-2023
Kvinnuumboðan í ovastu rók í politikki og mótmælistiltøk í Iran

Tað gingu 27 ár frá tí, at Marita Petersen legði frá sær sum løgtingsforkvinna til næsta kvinnan í sessinum, Bjørt Samuelsen, tók við. Og enn er tað eingin kvinna, sum hevur sitið í skrivstovuni uttast í Tinganesi síðan sama Marita sat har fyri 29 árum síðan. 

Vit hava hitt nýggju løgtingsforkvinnuna til eitt prát um politisku lívsleiðina, sum hevur ført upp til tindin í parlamentarisku skipanini. 

Men hví er so nógv tíð farin, síðan Marita Petersen stóð á odda í føroyskum politikki til næsta ættarliðið av leiðandi politiskum kvinnum tóku við?

Tað viðgera vit saman við Kristinu Gry Berg, forkvinnu í Demokratia, Eirikur Lindenskov, blaðstjóra, og Beintu Løwe, fyrrverandi tingkvinna.

Iran
Iranskur kvinnur hava seinastu mánaðirnar volt prestastýrinum í landinum høvuðbrýggj, aftaná at tær hava staðið á odda fyri søguligum stórum mótmælsigongum í kjalarvørrinum av, at Mahsa Amini bleiv dripin av moralpolitinum. 

Men fara mótmælisgongurnar at skapa nakra veruliga broyting? 

Tað spyrja vit Turið Mariu Jóhansdóttir, forkvinnu í Amnesty International. 

Gestir: Bjørt Samuelsen, Kristina Gry Berg, Eirikur Lindenskov, Beinta Løwe og Turið Maria Jóhansdóttir.
Gjørt sendingina hava Birgit Eliasen, Tróndur Olsen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024