Breddin

Breddin: Lønarlyft og Veiðitrýst
30-03-2023
1. januar fáa summir lønarbólkar eitt lønarlyft og hvussu ber til at skifta ein lítlan partrolara út við eitt uppsjóvarskip og varðveita allar fiskidagarnar

Fimm lønarbólkar kunnu 1. januar gleða seg til hægri løn. Ikki tí, at teirra fakfelag hevur fingið eina góða avtalu í hús, men tí nýggja samgongan nú er klár við einum lønarlyfti til lægst løntu bólkunum á umsorgarøkinum. 

Men hvørjir eru bólkarnir, hvussu er upphæddin staðfest og hvat merkir hetta fyri aðrar samráðingar.

Tað spyrja vit Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Veiðitrýst 
Hvussu ber tað til at tú kann býta ein lítlan partrolara út við eitt nógv størri uppsjóvarskip og enn fáa sama tal av fiskidøgum?

Lógin um sjófeingi sigur at veiðitrýstið ikki má økjast, tá reiðaríni skifta flotan út, men veruleikin er ein annar. 

Gestir: Maibritt Lamhauge og Ruth Vang
Gjørt sendingina hava Marjun Dalsgaard, Tróndur Olsen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur. 
Teknikari er Kári Annand Berg

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024