Breddin

Breddin: Reiðarar farnir til filmin
14-12-2016
Vit ummæla film um fiskivinnuna, kjakast um nýggja kapping á føroyarutuni og velja ársins orð

Reiðarafelagið hevur gjørt ein heldur óvanligan lobbyfilm um føroyska fiskivinnu, samstundis sum politiska skipanin stríðist við at fáa eina fiskivinnunýskipan innanborða. Vit ummæla filmin.

Landið hevur avgjørt at lata skandinaviska flogrisan SAS sleppa at kappast við Atlantsflog. Er kappingin kærkomin? Ella er vandi fyri, at vit missa tamarhaldið á lívsæðrini út í heim?

At enda velur panelið ársins orð, og nakrir málsligir spurningar verða viðgjørdir í hesum sambandi.

Í útvarpsstovuni kjakast Georg L. Petersen, blaðstjóri, Marna Jacobsen, ritstjóri, og Sigri Gaini, cand. pæd. í filosofi.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Løgtingsins Umboðsmaður finst hvassliga at Heilsumálaráðnum í samband við viðgerð av innlitsumbøn
06-12-2023
Umboð úr Trivnaðarnevndini kjakast um hvat kann gerast
05-12-2023
Longu 1. september í ár hevði Kvinnuhúsið fingið eins nógvar áheitanir, sum komu alt árið í fjør
01-12-2023
Norðurlendsku felagsskapirnar hjá teimum, ið bera brek, koma nú við einari áminning á politikararnar
30-11-2023
Tørvurin á sálarhjálp veksur støðugt, men góðar royndir eru við at bjóða næmingum hjálp í skúlanum
29-11-2023
Tommy Petersen, sum í fleiri ár arbeiddi fyri hjálparfelagsskapin Danida í Ramallah, verður í útvarpsstovuni
28-11-2023
Hvussu fyrireika vit okkara børn til talgilda samfelagið við skili?
24-11-2023
Kjakið um suðuroyartunnilin er kyknað aftur
23-11-2023
Tøkugjaldið skal leggjast um til partafelagsskatt og uttanlandsnevnin eigur at fáa víkaðar heimildir, halda politikarar
22-11-2023
Menn liva styttri enn kvinnur og hava verri heilsu. Altjóða mannfólkadagur var sunnudagin, vit viðgera tí menn og javnstøðu
21-11-2023
Vit spyrja heimspekingin Jógvan D. Hansen og Heina í Skorini, nær eitt mótálop er proportionelt rættvíst og um friður er at hóma
17-11-2023
Sjúkrarøktarfrøðingar hava hótt við at rýma úr fakinum og av landinum at arbeiða. Vit hyggja uppá semjuna og um hóttanin nú er av.
16-11-2023