Góðan morgun Føroyar

Jósef spælir Tausen á Lava, Haydn, Liszt og aðrar
24-06-2016
Eli Tausen á Lava er 19 ára gamal og hevur skrivað eitt størri klaververk, sum Jósef Zachariassen spælir í Norðurlandahúsinum sunnudagin klokkan 15

Sunnudagin klokkan 15 verður forvitnislig klaverkonsert í Norðurlandahúsinum.

Jósef Zachariassen, sum var við í Stella Polaris-tónleikakappingini í 2014, hevur klaverkonsert. Jósef lesur nú tónleik á konservatorinum í Stavanger í Noregi. Á skránni er nýggjur, spennandi tónleikur eftir Eli Tausen á Lava, og eldri tónleikur eftir Haydn, Liszt, Shostakovich og Kapustin.

Eli Tausen á Lava er 19 ára gamal og byrjar í heyst á musikkskúlamiðnámi, sum Tórshavnar Musikkskúli leggur til rættis.

Jósef Zachariassen og Eli Tausen á Lava eru í útvarpsstovuni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hoyr alla sendingina.
30-01-2023
Politiið, bringuskurðviðgerð, bikini fitness og fríggjadagspanelið...
27-01-2023
Elisabet Vang er professionelt bikini fitness-ítróttafólk, og í átta vikur er hon í Las Vegas og kannar síni ytstu mørk og venur hart fyri at vaksa um vøddarnar
27-01-2023
Nýggja og strangari fýrverkslóg, søtt á arbeiðsplássinum og nýggja protein- og lýsiverksmiðjan á Tvøroyri.
27-01-2023
12. januar fór 26 ára gamli Leo Lávik undir skurðviðgerð í Aalborg. Hetta var ikki ein og hvør skurðviðgerð, men ein, sum hann hevur bíðað leingi eftir.
27-01-2023
Veður, kapping, HM í manshondbólti, Bakkafossur og eiturkoppar ...
26-01-2023
- Tað er sera umráðandi, at kvinnur lata seg kanna fyri lívmóðurhálskrabba, tí jú fyrr møgulig forstig verða staðfest, jú lættari er at viðgera, sigur Katrin Kallsberg.
25-01-2023
Tað er týdningarmikið hjá bæði kvinnum og monnum at venja kokubotnin, sum kann vera eitt sindur trupul at finna viðhvørt
25-01-2023
Hoyr alla sendingina.
25-01-2023
Hoyr alla sendingina
24-01-2023
Vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvørjari tøkni vit hava brúk fyri í bilinum, heldur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd
24-01-2023
Veðrið, eldgos og Títt Rúm
23-01-2023