- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flestu føroyingar doyggja í januar
Hevur tú stundum havt eina kenslu av, at januar mánin er tyngri at koma gjøgnum hjá tær enn hinir ellivu mánarnir í árinum, er tað ikki heilt uttan orsøk.
Hagtøl frá Hagstovuni, ið strekkja seg frá 1985-2012, vísa nevniliga, at tann fyrsti mánin í árinum somuleiðis er mánin, tá flest føroyingar doyggja.
SÍ EISINI Grafikkur: Hesar mánarnar doyggja føroyingar
Seinastu 28 árini eru í miðal 35,5 føroyingar deyðir hvønn januar mánað, ið somuleiðis gevur fyrsta mánanum ivasama heiðurin at vera tann mest deyðiligi hjá føroyingum.
Desember mánin nummar tvey
Seinasti mánin í árinum, desember, er eisini mánin, har nógvir føroyingar seinastu 28 árini eru farnir í grøvina, framgongur av hagtølunum hjá Hagstovuni.
Síðan 1985 og fram til 2012 eru í miðal 34,0 føroyingar deyðir í desember mánanum, sambært hagtølunum, ið vísa eitt týðiligt rák, nær flestu føroyingar doyggja.
Verða tølini umroknað, svarar hetta til, at 1,15 føroyingar eru deyðir hvønn dag í januar, meðan 1,10 føroyingar eru deyðir hvønn dag í desember mánanum.
Juni og september minst deyðiligir
Hinvegin er støðan ein heilt onnur í juni og í september mánunum. Í juni doyggja munandi færri fólk í Føroyum enn í januar og desember, sambært tølum hjá Hagstovuni.
Í miðal eru 27,6 føroyingar deyðir í juni mánunum árini frá 1985-2012. Tað vil siga, at sannlíkindini, fyri at tú doyrt í januar, eru 28,6 prosent størri enn í juni mánanum.
Næst niðast á listanum yvir mánarnar í árinum, har fægst føroyingar eru deyðir síðan 1985, er september. Tað talið var 29,0 frá 1985 til og við 2012.