Tingið hevur ongantíð samtykt misálit

Tingið hevur ongantíð samtykt misálit
Sjey ferðir hevur uppskot um misálit verið lagt fyri løgtingið, men uppskotini eru annaðhvørt feld ella tikin aftur
 
10.10.2013 - 15:53

Tað er ikki við misálitum, at landsstýrisfólk og løgmenn verða koyrd frá. Sambært yvirlitinum hjá løgtinginum yvir misálit síðani 2002, er misálit ongantíð samtykt í tinginum.

Í 2002 løgdu umboð fyri Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin uppskot um misálit á Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, fyri ikki at hava útint umleggingina av lánum til fjarfiskiflotan á lógligan hátt. Uppskotið var tó tikið aftur, tí Jørgen Niclasen avgjørdi at fara frá sum landsstýrismaður.

Jóannes Eidesgaard

Tvey ár seinni stóð Jóanes Eidesgaard, løgmaður, fyri tørni. Tjóðveldi legði uppskot um misálit fyri tingið. Grundgevingin var handfaringin hjá honum av samráðingum, avtalum og lógaruppskotum í sambandi við ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum. Eisini vóru málini um miðnámsskúlan í Suðuroynni og frítíðarskúlan á Tvøroyri partur av grundgevingini. Uppskotið um misálit á Jóanes Eidesgaard fall.

Bjørn Kalsø

Í 2006 setti Kári P Højgaard, tingmaður, misálit á Bjørn Kalsø, táverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, fyri ikki at hava handlað í sambandi við útlendskan kapital í fiskivinnuni. Tað uppskotið fall eisini. Árið eftir - í 2007  - kemur aftur eitt uppskot um misálit á Jóanes Eidesgaard, løgmann. Tað er frá tinglimum í Miðflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum. Uppskotið verður kortini tikið aftur.

Johan Dahl

Í 2008 leggur Kári á Rógvi, tingmaður hjá Sjálvstýrisflokkinum, fram uppskot um misálit á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, fyri at veita serstuðul til Smyril Line. Uppskotið verður tó tikið aftur.

Rósa Samuelsen

Og so eru tvey uppskot um misálit í 2009. Annað er frá Miðflokkinum á Rósu Samuelsen, táverandi landsstýriskvinnu í almannamálum, og hitt á Kaj Leo Hohannesen, løgmann, har umboð úr Miðflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum reisa misálit. Bæði uppskotini fella.

Sosatt hevur tað ongantíð eydnast at fella nakað landstýrisfólk ella løgmann við misáliti.  

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039