Føroyar fáa 12 prosent av makrelinum

Føroyar fáa 12 prosent av makrelinum
ES ætlar at bjóða Føroyum 12 prosent av makrelkvotuni næsta ár, skriva útlendskir fiskivinnumiðlar.
 
17.10.2013 - 07:28

Sambært FiskeribladetFiskaren eru ES og Ísland vorðin samd um, at Ísland fær 11,9 prosent av makrelkvotuni komandi ár. Men aðrir miðlar gera vart við, at talan framvegis er um eitt uppskot hjá ES. Og tekur Ísland av, fáa Føroyar sama tilboð, 12 prosent.

Higartil hava ES og Norra sagt, at Føroyar eiga minni enn fimm prosent av heildarkvotuni. Føroyska kravið er 15 prosent.

Fiskifrøðini í ICES mælir til, at fiskast kunnu 64 prosent meira av makrel næsta ár enn í ár. Sambært FiskeribladetFiskaren sleppur Ísland ikki at fiska makrel í ES-sjógvi, og avtalan um tey knappliga 12 prosentini skal vera galdandi í fimm ár.  

Í einum uppriti, sum FiskeribladetFiskaren hevur fingið, hevur ES-nevndin fingið øll limalondini uttan Írland at góðtaka, at Føroyar fáa 12 prosent næsta ár, Ísland 11,9 prosent og Russland og Grønland 8,1 prosent.

Sambært galdandi býtislykli eiga Føroyar 4,63 prosent og Ísland eigur einki. Ísland bleiv ikki viðurkent sum strandarland fyrr enn eftir, at býtislykilin varð gjørdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744