Sparingar raka tænastur til landbúnaðin

Sparingar raka tænastur til landbúnaðin
Búnaðarstovan skal í 2014 og í 2015 spara eina millión kr. á rakstrarjáttanini til almennar royndir. Tað hevur við sær at trý fólk verða søgd úr starvi á stovninum, skrivar Búnaðarstovan á heimasíðuni
 
21.10.2013 - 10:07

Av tí at Fiskimálaráðið hevur álagt Búnaðarstovuni at spara eina millión kr. á rakstrarjáttanini til almennar royndir og ráðgeving í 2014 og í 2015, hevur Búnaðarstovan tikið avgerð um niðurleggja tríggjar tænastuveitingar, sum Búnaðarstovan hevur veitt til landbúnaðin, serliga mjólkneytafjósini.

Tænasturnar eru ísáing, neytaeftirlit og beinleiðis ráðgeving, serliga í samband við fóðring av neytum grundað á neytaeftirlit, stráfóðurprøvatøkur, jørðprøvatøkur og aðrar skrásetingar.

Trý fólk hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn galdandi frá 1. november at rokna, skrivar Búnaðarstovan á heimasíðuni.

Tað eru serliga mjólkarfjósini, sum verða rakt av sparingunum.

Meginfelag Búnaðarmanna, MBM, sum er felagið hjá mjólkarbóndunum og Búnaðarstovan samskifta í løtuni um, hvussu hesar tænastur í framtíðini skulu fáðast at virka, so at fjósini framhaldandi fáa neyðugar tænastur.

Búnaðarstovan fer nú at tillaga seg karmarnar og kunna samstarvspartar, skrivar Búnaðarstovan.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155