Digitala sendinetið liðugt í 2015

Digitala sendinetið liðugt í 2015
Í 2015 er Televarpsnetið endaliga útbygt - og analoga sendinetið verður sløkt.
 
12.11.2013 - 12:09

Tað er mentamálaráðið, sum hevur gjørt avtalu við Televarpið um at útbýggja digitala sendinetið, so tað umfatar allar Føroyar.

Fyri brúkaran merkir hetta, at tey mugu hava antennu og útgerð til at móttaka digitala signalið.

Televarpið røkkur í løtuni út til 97,2% av húskjunum í Føroyum.

Málið er, at í 2015 kunnu allir føroyingar fáa digitala signalið.

 

Í 2014 vera hesar bygdar fevndar av digitala netinum:

• Hov, Porkeri, Akrar, Lopra

• Kunoy • Haraldsund

• Hellur, Oyndarfjørður

• Mikladalur, Gjógv

• Rituvík og írestandi helvtin av Húsavík

 

Í 2015 er ætlanin, at hesar bygdir koma afturat:

• Dalur 

• Æðuvík

• Elduvík, Funningur

• Funningsfjørður

• Saksun

• Sandvík

• Trøllanes

 

Og tá málið er rokkið, verður analoga sendinetið sløkt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334