Sonni Ragnar: Eg skuldi njóta dystin

Sonni Ragnar: Eg skuldi njóta dystin
Mynd: fcm.dk  
 
25.11.2013 - 00:59

 

Tá FC Midtjylland og Brøndby IF møttust í MCH Arena í gjárskvøldið, taldist føroyingurin Sonni Ragnar millum teir fyrstu ellivu fyri FC Midtjylland.

Leingi stóð á jøvnum, men í 84 min legði Martin Ørnskov Brøndby á odda. Harvið endaði dysturin 0-1 til Brøndby.

 

Sonni Ragnar helt at uppgávan var spennandi, og segði at hetta er jú tað man arbeiðir so hart fyri.

- Eg var sera fegin, tá eg fekk boðini at eg skuldi byrja inni, og serliga er tað stuttligt tá vit spæla frammanfyri so nógvum áskoðarum.

Vit vóru undir trýsti beinanvegin, men haldi at vit komu gott inn í dystin aftur. Samanumtikið spældu vit ein fínan dyst, tað var bara erguligt at teir fáa eitt mál so seint í dystinum. Vit skuldu bara havt skorað uppá okkara møguleikar.

Àðrenn dystin segði venjarin við meg, at eg skuldi fara inn og taka tad róligt. Hann bað meg njóta dystin og spæla mítt spæl. Eg skuldi bara hugsa um at spæla fótbólt, og ikki vera bangin at gera nakran feil. Haldi sjálvur at tað gekk væl. Soleiðis segði Ronni Ragnar um dystin í gjár.

 

Tað er langt í millum at føroysku leikararnir veruliga gera seg galdandi uttanlands. Men í løtuni er Sonni Ragnar ein av trimum føroyingum, sum eru sáttmálabundnir við lið í bestu donsku deildini. Hallur Hansson og René Shaki Joensen spæla við ávikavist Aab og Brøndby IF.

- Vegurin til Superliga er hart arbeiði, og undir venjing er ein noyddur at gera alt man er mentur. Ein má vera seriøsur og vísa ein góðan moral, tá skal tað nokk fara at gleppa, sigur Sonni Ragnar at enda við einum smíli.

 
Hóast tapið liggur felagið hjá Sonna Ragnari fremst við 30 stigum, teir spælt ein dyst meira enn Aab, sum liggur á øðrum plássi við 27 stigum.

Aab tekur ímóti botnliðnum FC Nordsjælland í dag kl 18 føroyska tíð. Sambært heimasíðuni hjá Aab er Hallur Hansson úttikin til dystin, men enn stendur einki um Hallur byrjar inni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. september
Norðurljóð 30.september 2024
181417
Mánadag 30. september
Norðurljóð 23 September 2024
181416
Mánadag 30. september
Við Tórði á túri í Gáshólmi
181415
Mánadag 30. september
ÍF og B68 bíða eftir endaliga dóminum
181408
Mánadag 30. september
Morgunlestur mánadagur 30. september 2024
180898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. september
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
181366
Fríggjadag 27. september
Veðrið
181326
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Fríggjadag 27. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181280
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172