Dregur út at seta kommunlækna í Sandoynni

Dregur út at seta kommunlækna í Sandoynni
Bert ein umsókn er til starvið, men eingin umsókn er til seks onnur kommunulæknastørv aðrastaðni í landinum
 
27.11.2013 - 09:53

Tað dregur út við at seta nýggjan kommunulækna í Sandoyar læknadømi.

Hóast umsóknarfreistin til starvið var úti 25. september, og bert ein skikkaður umsøkjari var til starvið, er tað framvegis ikki sett enn, skrivar Sandportal.fo.

- Vit eru framvegis í eini setanartilgongd, sigur John Dalsenni Olsen, fulltrúi í Heilsutrygd, sum nú umsitur kommunulæknaskipanina.

Tað gingu meira enn tríggjar vikur, áðrenn tey høvdu fyrstu samrøðuna við umsøkjaran, og nú fimm vikur seinni eru framvegis nøkur viðurskifti eftir at fáa loyst, áðrenn málið kann verða avgreitt.

Drúgv tilgongd

- Tilgongdin hevur verið dekan ov drúgv, men eg vænti, at tilmæli verður latið landsstýrismanninum innan rímiliga tíð, sigur John Dalsenni Olsen.

Sambært lýsingini skal nýggi kommunulæknin taka við starvinum á nýggjárinum. Umframt Sandoynna fevnir læknadømið eisini um Skúvoy og Dímun.

Saman við hesum starvinum vórðu seks onnur kommunulæknastørv lýst leys: í Vestmanna, á Eiði, Skála, í Runavík, Fuglafirði og Norðoyggjum, men ongin umsøkjari var til hesi størvini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256