Noreg og ES útseta makrelsamráðingar

Noreg og ES útseta makrelsamráðingar
Norski fiskimálaráðharrin ivast í, um partarnir koma á mál fyri jól
Maria Damanaki er ES-fiskivinnukommisserur
 
29.11.2013 - 13:52

Tvílandasamráðingarnar millum Noreg og ES um makrelfiskiskapin næsta ár, sum skuldu vera í Bergen í næstui viku, eru útsettar.

Týsdagin hittust norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, og Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur í Brússel, og á tí fundinum legði norski fiskimálaráðharrin eitt ítøkiligt uppskot fyri ES-kommisserin, sum skal fáa gongd aftur á strandalandasamráðingarnar, skrivar enskmælta norska tíðindatænastan, The Nordic Page.

Langt millum partarnar

Greitt verður ikki nærri frá, hvat stendur í uppskotinum, men eftir ynski frá ES, eru ætlaðu tvílandasamráðingarnar millum Noreg og ES, sum skuldu vera í Bergen í næstu viku, útsettar.

Í síðstu viku hittust strandalondini til samráðingar í Írlandi, og tá staðfest varð, at langt er eftir á mál, løgdu partarnir fundin niður fyribils.

Men norski fiskimálaráðharrin sigur við blaðið Dagens Næringsliv, at hon ikki væntar, at partarnir koma á mál við samráðingunum fyri jól.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558