Arbeiðstøk hava gjørt fríøki á Eirargarði

Arbeiðstøk hava gjørt fríøki á Eirargarði
Talan er um verkæltan, sum ALS saman við øðrum hevur skipað fyri
Treytirnar til hesar verkætlanirnar eru, at tær skulu vera samfelagsgagnligar, men ikki kappingaravlagandi fyri vinnuna
Mynd: landsverk.fo  
 
12.12.2013 - 15:21

ALS hevur samstarvað við Eirargarð, Tekniska Skúla í Havn, Almannaráðið, Landsverk og J&K Petersen um verkætlanina.

                                                                                                           Mynd: landsverk.fo

Verkætlanin er tann triðja í røðini, har ALS bjóðar arbeiðsleysum borgarum at taka eitt tríggjar mánaðar langt timburskeið á Tekniska Skúla í Havn, har tey bæði læra at tekna, arbeiða við timbri og gera eina størri verkætlan.

Góðar royndir frá fyrr

Verkætlanin á fyrsta skeiðnum var at gera eitt bygdarsavn í Kvíkvík. Onnur verkætlanin var at innrætta part av niðurløgdu smoltstøðini á Selatrað, sum Skótadeplinum fekk frá Bakkafrost fyri nøkrum árum síðani. Hesaferð er talan um at gera eitt fríøki til íbúgvar á Eirargarði í Havn.

- Treytirnar til hesar verkætlanirnar eru, at tær skulu vera samfelagsgagnligar, men ikki kappingaravlagandi fyri vinnuna, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri á ALS.

                                                                                                           Mynd: landsverk.fo

Tekniski Skúli hevur lagt hølir til og staðið fyri undirvísingini, Almannamálaráðið hevur latið fíggjarligan stuðul til tilfar, Landsverk hevur planerað fríøkið, og privata fyritøkan J&K Petersen hevur verið sera lagalig í mun til betongið, sum er lagt á lendið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532