Blokkurin í Fólkatingið

Blokkurin í Fólkatingið
Fólkatingið fer í dag at samtykkja, at blokkurin úr statskassanum til Føroya verður 635,4 mió. kr. næsta ár, 3,2 mió. kr. størri enn í ár
Blokkurin er til viðgerðar í danska fólkatinginum í dag
 
12.12.2013 - 09:38

Landsstýrið og danska stjórnin eru vorðin samd um, at ríkisveitingin í 2014, 2015 og 2016 verður tann sama sum í ár, men tó prístalsviðgjørd hvørt ár sambært danska prístalinum. Triðja viðgerð verður í fólkatinginum týsdagin í næstu viku.

Føroyanevndin hjá fólkatinginum mælir einmælt tinginum til at samtykkja uppskotið hjá Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharra. Men Edmund Joensen, sum er í Føroyanevndini, ger tó vart við, at landsstýrið fyri tveimum árum síðani vildi hava ríkisveitingina hækkaða nógv meira enn uppskotið sigur.

Sum er rindar statskassin ov lítið til málsøkini, sum blokkurin er ætlaður, sigur Edmund Joensen. Onnur viðgerð í løgtinginum verður eisini í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454