Ikki upp í ALS

Ikki upp í ALS
Fólk, sum júst hava fingið hægri útbúgving, sleppa heldur ikki í hesum umfarinum upp í Arbeiðsloysisskipanina.
Lesandi sleppa ikki í ALS, um tey ikki fáa arbeiði eftir loknan lestur
 
12.12.2013 - 09:51

Meirilutin í Vinnunevndini mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkurin.

Meirilutin, samgongan, sigur, at Johan Dahl, landsstýrismaður, arbeiðir við málinum saman við ALS-stýrinum og danska Arbeiðsmálaráðnum ávikavist fyri lesandi í Føroyum og Danmark.

Tá landsstýrismaðurin í vinnumálum roynir at finna eina loysn fyri tey, sum eru liðug at lesa í Føroyum og í Danmark, heldur meirilutin í Vinnunevndini tað vera rættast, at landsstýrismaðurin fær frið til at gera sítt arbeiðið liðugt.

Partur av arbeiðssetningi ístaðin

Tá sama uppskot var í tinginum í fjør, feldi samgongan uppskotið, tí tað í staðin fyri kundi vera partur av arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum setti fyri at fáa tey ungu at flyta aftur til Føroya og minka fráflytingina úr Føroyum.

Fólk skulu hava arbeitt og goldið í Arbeiðsloysisskipanina í eina tíð, áðrenn tey hava vunnið sær rætt til at fáa pengar úr skipanini. Tað hava fólk, sum júst eru liðug at lesa, ikki. Og tí sleppa tey ikki í ALS, um tey ikki fáa arbeiði eftir loknan lestur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334