Landshavn á Argjum

Landshavn á Argjum
Strandfaraskipið, Smyril, kann brúka hesa landshavn, tá skipið ikki sleppur at bryggju í Havn
Í illveðri hevur Smyril trupult við at sleppa inn um Molan í Havn, tí skipið manglar ein av motorunum
 
12.12.2013 - 08:43

Ein ferjulega á Argjum kann vera loysnin, so Smyril sleppur at bryggju hvønn dag, hann kemur úr Suðri.

Ein hugsandi loysn kundi verið, at landið byggir eina havn til Smyril og hini strandfaraskipini á Argjalandinum, skrivar Johan Dahl, landsstýrismaður, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

Johan Dahl sigur, at ein landshavn á Argjalandinum hevði spart Strandfaraskipum Landsins seks milliónir í havnargjøldum til Tórshavnar havn, og Smyril kundi spart aðrar fimm-seks milliónir til olju. Hesar 12 milliónirnar um árið kundu verið brúktar til at fíggja ferjuleguna á Argjum, sigur Johan Dahl.

Einki alternativ

Nú tann eini motorurin á Smyrli er brotin, fær Smyril ikki lagt at í Havn í øllum veðri. Ta einu ferðina fór hann suður aftur eftir at hava bíðað í Nólsoyarfirði eftir líkindum at kunna leggja at í Havn.

Johan Dahl sigur, at Oyrareingir í Kollafirði eru helst besta boð, tá ræður um aðra havn tætt við Tórshavn. Men Samskip brúka hesa havnina, og tí er ikki altíð pláss fyri Smyrli har.

Bryggjan á Sundi er ikki egnað, tí har eru vánaligir fendarar, ov nógvur súgur og bryggjan er ov stutt. Í Runavík eru góðar umstøður. Men har fær Smyril ikki brúkt skráan til hekkuportrini.

Johan Dahl sigur eisini, at Strandfaraskip Landsins hava einki skip, sum kann sigla fyri Smyril. Tí liggur tað fremst í huganum hjá Strandferðsluni, at Smyril ikki má fáa skaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025