Taka støðu til um semja skal roynast

Taka støðu til um semja skal roynast
Semingsstovnurin hevur staðfest, hvar sáttmálatrætan millum Pedogogfelagið og arbeiðsgevararnar er
Pedagogarnir vóru í verkfalli í fjør. Nú er semingsstovnurin aftur komin upp í samráðingarnar
 
16.12.2013 - 10:20

Tað er framvegis ógreitt, hvussu verður við sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Fríggjadagin hevði Semingsstovnurin hevði fund við partarnar at fáa staðfest, hvar ósemjan liggur.

- Vit hava staðfest, hvar ósemjan er, og í vikuni taka vit støðu til, um tað loysir seg at royna at finna eina semju, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Pedagogfelagið sendi boð eftir Semingsstovninum 5. desember, eftir at samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið steðgaðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520