Inntøkur frá sjónvarpslýsingum til privatar miðlar

Inntøkur frá sjónvarpslýsingum til privatar miðlar
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, ætlar at broyta kringvarpslógina. MVG skal ikki gjaldast av kringvarpsgjaldinum
 
17.12.2013 - 08:00

Ein partur av inntøkunum frá sjónvarpslýsingunum í Kringvarpinum skulu latast til privatu miðlarnar sum stuðul.

Tað ætlar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum arbeiðir við at broyta kringvarpslógina.

Ætlanirnar koma fram í einum skrivi, sum Bjørn Kalsø sendi fíggjarnevndini í síðsta mánaði í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini næsta ár.

Áðrenn fíggjarnevndin skrivaði álitið, vildi hon hava landsstýrismannin at greiða skrivliga frá ymiskum viðurskiftum. Ein spurningur snýr seg um, hvørjar ætlanir eru við kringvarpsgjaldinum næsta ár.

Sleppa undan MVG

Bjørn Kalsø skrivar í svarinum, at arbeitt verður við at gera broytingaruppskot til kringvarpslógina, har millum annað kringvarpsgjaldið skal verða undantikið MVG.

Harumframt verða lýsingarmøguleikarnir hjá Kringvarpinum broyttir, og stuðul verður veittur privatu miðlunum frá inntøkunum av lýsingum í almenna sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425