Eldsbruni á línuskipinum Pison kravt eitt mannalív

Eldsbruni á línuskipinum Pison kravt eitt mannalív
Ein 47 ára gamal maður lat lív, tá eldur um midnáttina kom í stállínuskipið Pison, ið lá við bryggju í Leirvík
Ein 47 ára gamal maður lat lív, tá eldur kom í stállínuskipið Pison, sum liggur við bryggju í Leirvík
Mynd: Eyðbjørn við Skipá/KvF  
 
23.01.2014 - 07:46

Klokkan 23:58 mikukvøldið fekk alarmsentralurin í Havn fráboðan um, at eldur í stállínuskipinum Pison, ið lá við bryggju í Leirvík. Sløkkiliðið hjá Eysturkommunu var skjótt á staðnum og klokkan hálvgum trý varð eldurin sløktur.

SÍ EISINI Video: Eldur umborð á Pison í nátt

Ein 47 ára gamal maður, sum var staddur umborð á Pison, doyði av løstunum, hann fekk í samband við eldsbrunan. Tey avvarðandi eru kunnað um hendingina.

Fyribils kanningar á staðnum vísa, at eldurin er kyknaður miðskeiðis í skipinum í bagborðssíðu. Enn er ikki møguligt at siga nakað um ørsøkina til eldsbrunan.

Maðurin einsamallur umborð

Serkøn fólk frá Ríkispolitinum koma til Føroya seinnapartin í dag at gera kanningar um borð á Pison. Tann 47 ára gamli maðurin, sum doyði í eldinum, var úr Havn.

Maðurin, ið lat lív í eldsbrunanum, var ein av manningini á Pison, og hann var einsamallur umborð í gjárkvøldið, upplýsir politiið.

Pison tók ís í Leirvík í gjárkvøldið. Tað er smápartafelagið Froya í Klaksvík, sum eigur stállínuskipið Pison.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713