Ferðasamband: Johan Dahl vísir atfinningum aftur

Ferðasamband: Johan Dahl vísir atfinningum aftur
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum vísir atfinningunum hjá kommunustýrislimum í Suðuroy aftur. Suðuroyarleiðin er ikki so óstøðug, sigur hann
Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, vísir atfinningum frá kommunustýrislimum í Suðuroy aftur, sum hava mist tolið við Strandferðsluni. Óvanliga ringt veður fáa vit einki gjørt við, sigur hann
Mynd: KvF  
 
28.01.2014 - 14:01

Sjóvegis sambandið við meginøkið er seinasta hálva árið bumbað 120 ár aftur í tíðina. Tað siga allir kommunustýrislimirnir í Suðuroy í yvirlýsing.

SÍ EISINI Suðuroyingar mist tolið við Strandferðsluni

Kommunustýrislimirnir í Suðuroy taka heldur rívan til, heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum nú svarar atfinningunum.

- Tá tað er ódn, er ikki vanligt at skip sigla - heldur ikki aðrastaðni. Hetta er ikki vanligt á farleiðini til Suðuroy, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, við útvarpið.

Heldur ikki at vinnulívið líður undir avlýsingum

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum heldur ikki, at vinnulívið í Suðuroy líður nakra neyð og hevur mist pening orsakað av avlýsingunum á suðuroyarleiðini í vetur.

- Eg trúgvi ikki, at vinnulívið í Suðuroy hevur havt nakað tap. Heldur ikki nú, tá Norröna hevur siglt. Tað hevur ikki verið veður at sigla, sigur landsstýrismaðurin.

SÍ EISINI Suðuroyingar ónøgdir við samferðsluna

Johan Dahl sigur, tað er óheppið og ikki skal vera nøkur umbering til fólk í Suðuroy, at so nógvar avlýsingar hava verið á suðuroyarleiðini í vetur orsaka veðrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327