Leita framvegis eftir nýggjum kanningarstjóra

bannari
Leita framvegis eftir nýggjum kanningarstjóra
Løgtingsformaðurin leitar enn eftir kanningarstjóra í málinum Skálafjarðartunnilin, eftir at Annfinn V. Hansen varð vrakaður sum kanningarstjóri
Nýggjur kanningarstjóri verður settur fyrsta dagin í málinum um Skálafjarðartunnilin fyri Annfinn V. Hansen
Mynd: KvF

28.01.2014 - 12:18

Løgtingsformaðurin leitar enn eftir kanningarstjóra at kanna lutin hjá Kára P. Højgaard, sum tá var landsstýrismaður í innlendismálum, í málinum um Skálafjarðartunnilin.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/11/19/annfinn-goar-frleikar-vera-kanningar...ðurin: Annfinn góðar førleikar av vera kanningarstjóri

Ein nýggjur kanningarstjóri skal nú setast at greina málið. Tað verður fyrsta dagin, at onkur verður biðin, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Annfinn V. Hansen, advokatur, varð tann 19.november í fjør biðin um at vera kanningarstjóri at kanna málið um Skálafjarðartunnilin til botns.

Ivi varð sáddur um gegni hjá Annfinn V. Hansen

Ivi um gegni hjá Annfinn V. Hansen gjørdi tó, at hann bert fekk slakar fýra vikur sum kanningarstjóri og tískil gavst tann 10. januar.

SÍ EISINI Vitalis Hansen: - Eg eri gegnigur

Sjálvur heldur Annfinn V. Hansen, at hansara gegni var í lagi. Løgtingsskrivstovan hevur tó ikki tikið støðu til gegnisspurningin.

Løgtingsskrivstovan tekur ikki støðu fyrr enn, ella um, Annfinn V. Hansen sendir teimum rokning fyri tað arbeiðið, hann gjørdi, meðan hann var kanningarstjóri.

Rokning ikki komin frá Annfinn V. Hansen

Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, sigur í dag, at enn er eingin rokning komin frá Annfinn V. Hansen fyri arbeiðið, hann náddi at gera sum kanningarstjóri.

Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum heitti 8. november 2013 á løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra at kanna og gera eina frágreiðing til løgtingið.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/01/14/gegningur-advokatur-skal-ikki-hava-s...Ógegnigur advokatur skal ikki hava samsýning

Frágreiðingin skuldi fáa greiðu á, um Kári P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hava fyrisitið málið um Skálafjarðartunnilin á lógligan hátt.

Landsstýrismálanevndin bað um at fáa kannað sjey viðurskifti, fimm teirra eru um Kára P. Højgaard, og hini bæði um løgmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558