- Tíðindi, mentan og ítróttur
Berarakanningar í tinginum í dag

Berarakanningar eru í dagsskránni fyri tingfundin í dag.
Næsta ár fáa øll í aldrinum 18 til 45 ár, og makar hjá staðfestum berarum, tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum ílegusjúkum.
Lógaruppskotið er komið úr landsstýrinum um tað.
Talan er um deyðiligar ílegusjúkur, sum eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni, og sum ikki kunnu viðgerast.
Skal koma í gildi 1. apríl
Hetta er fyrstu ferð, at slíkt tilboð verður lógarfest í Føroyum. Lógin skal koma í gildi 1. apríl 2027.
Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2027 eru 1,45 mió. krónur raðfestar til berarakanningar á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Frammanundan eru 600.000 krónur settar av.
Tríggjar aðru viðgerðir og fimm fyrstu viðgerðir eru í dagsskranni fyri tingfundin í dag.
Tingfundurin er kl. 11.

























