Ísland: Betri upprunamerking á matvørum

Ísland: Betri upprunamerking á matvørum
Íslendska bóndafelagið, arbeiðsgevarafelagið og brúkarafelagið hava skrivað undir semju um betri upprunamerking á matvørum
Gjørd verða vegleiðandi uppskot til merking, og brúkararnir verða eggjaðir til at kanna upprunan á vøruni

03.02.2014 - 11:42

Semjan skal stuðla uppundir hjá teimum, sum vilja at standa saman um at betra upprunamerkingar, skrivar Vinnuhúsið.

Ein arbeiðsbólkur er mannaður við umboðum fyri bóndafelagið, Bændasamtøk Íslands, arbeiðsgevarafelagið, Samtøk Atvinnulífsins og brúkarafelagið, Neytendasamtøkin.

Arbeiðsbólkurin skal arbeiða við at økja tilvitanina hjá matvøruframleiðarum og matvøruinnflytarum og fáa hesar týðiliga at merkja matvørurnar við upprunalandinum hjá vøruni.

Brúkarin skal vita um vøruna

Gjørd verða vegleiðandi uppskot til merking, og brúkararnir verða eggjaðir til at kanna upprunan á vøruni.

Teir tríggir partarnir fara at gera átøk til tess at fremja endamálið, og hesi fara at verða sjónlig í 2014.

<Tað eru formenninir Sindir Sigurgeirsson, Bjørgolfur Jóhannsson og John Gunnarsson, sum vegna feløg síni hava undirskrivað semjuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303