M/B Anita: Maður dottin fyri borð

M/B Anita: Maður dottin fyri borð
Í gjárkvøldið um hálvgum áttatíðina boðaði garnabáturin Anita frá, at ein av mannngini, ein indonesari, varð dottin fyri borð
Ein maður fór týskvøldið fyri borð á garnabátinum Anita. Leitað verður nú eftir manninum

12.02.2014 - 06:28

Teir vóru við at seta gørnini, tá ein av manningini fekk ein enda um beinið, og varð tveittur fyri borð.

Anita var stødd umleið 180 fjórðingar í útstynning úr Suðuroynni, tá óhappið hendi týskvøldið.

Brimil á veg

Garnabáturin Anita leitar framvegis, men veðrið er vánaligt á leiðini, og maðurin enn ikki funnin. Anita er for úti í útsynningshorninum á Ytsta-banka og er einsamalt skip á leiðini.

Brimil fór beinanvegin at sigla, tá boðini komu, men hann verður ikki hjá Anitu fyrr enn um 8 - 9 tíðina í morgun, sigur vakthavandi á MRCC-støðini, Hilmar Johannesen.

Saknaði maðurin er 34 ára gamal og er indonesiskur ríkisborgari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890