Suðurkorea fordømir bumbuatsókn

Suðurkorea fordømir bumbuatsókn
Tríggir suðurkoreanar doyðu í bumbuatsóknini móti einum ferðafólkabussi nærindis markið millum Egyptaland og Ísrael har suðuri á Sinai-hálvoynni.
Ein bumbuatsókn móti einum ferðafólkabussi har suðuri á Sinai-hálvoynni kravdi fýra mannalív.
 
17.02.2014 - 11:21

Fýra fólk doyðu í eini bumbuatsókn móti einum egyptiskum ferðafólkabussi í vikuskiftinum. Tey deyðu eru tríggir suðurkoreanskir ríkisborgarar

og egyptiski bussførarin. Tað váttar innanríkisráðið í Egyptalandi. 

Suðurkorea fordømir

Suðurkorea fordømir atsóknina, og krevur, at tey seku verða tikin og revsað.

Bussurin var á veg frá kenda St. Catherine-kleystrinum, sum liggur har suðuri á Sinai-hálvoynni, til Ísraels, tá lopið varð á bussin.

Upplýst verður, at 33 ferðafólk vóru í bussinum, 4 doyðu og 14 vórðu løstað.

Hernaðarlig uppreistrarfólk hava fyrr framt atsóknir móti egyptiska herinum og løgregluni, sum koyrdu

fyrrverandi islamistiska forsetan, Mohammed Mursi, frá.

Egyptiski ferðavinnuráðharrin, Hesham Zaazou, sigur, at Egyptaland hevur gjørt alt fyri at verja ferðafólk í landinum. Tí harmar

tað hann ómetaliga nógv, at tað kortini eydnaðist at fremja hesa vanlukkuligu atsóknina.

Kelda: AFP/Reuters/BBC

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867