Støðan í Ukraina er hættislig

Støðan í Ukraina er hættislig
Fólk í ukrainska høvuðstaðnum, Kiev, hava fingið boð um at halda seg inni. Avtalan um vápnahvíld, sum kom í gildi kl. 10 í gjárkvøldið, helt ikki.
 
20.02.2014 - 16:28

Avtalan um vápnahvíld helt bert í átta tímar, og síðani tíðliga í morgun hava ógvusligir bardagar verið ímillum mótmælisfólkini og løgregluna. Mett verður, at yvir 100 fólk hava latið lív, sambært mótmælisfólkunum, og at fleiri hundrað eru særd.

Mótmælisfólkini skuldseta myndugleikarnar fyri at hava sett sníkiskjúttar á tøk við Frælsistorgið, og teir skjóta frá hond. Samstundis eru tíðindi um, at mótmælisfólkini ella uppreistrarfíolkini, sum tey nú verða nevnd, hava tikið yvir 60 løgreglufólk til fanga.

Innanríkisráðharrin í Ukraina, Vitalij Zakhartjenk, hevur boðað frá, at løgverjufólkini hava fingið vápn, og tey hava fingið boð um at brúka vápnini, um tað er neyðugt, fyri at tryggja lóg og landaskil.

Upptøkur, sum eru gjørdar á Frælsistroginum vísa, at løgreglan og mótmælisfólkini skjóta eftir hvørjumøðrum, og at báðir partar bera vápn. Innanríkisráðharrin krevur at mótmælisfólkini lata øll vápn frá sær.

Tríggir uttanríkisráðharrar úr ES eru framvegis í Ukraina, samstundis sum uttanríkisráðharrarnir í hinum ES londunum eru á fundi í Bruxelles, fyri at fáa semju í lag um tiltøk ímóti Ukraina.

Væntandi fer ES at samtykkja tiltøk, sum m.a. leggja hald á kontur hjá polittikarum og embætisfólkum í Ukraina í ES, og at fólkini ikki fáa innferðarloyvi til ES.

USA hevur boðað frá, at 20 ukrainskir embætismenn ikki sleppa til USA, tí teir skulu hava givið boð um at bróta mannarættindini. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sum er staddur í Bagdad, finst hvassliga at ES og USA fyri framferðina ímóti Ukraina.

- Tað er ikki hóskandi at leggja trýst á eitt land sum er í kreppu, og tað kann Rusland ikki góðtaka, sigur Lavrov í einum boðum til altjóða tíðindastovurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867