- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jónhild skal umsita Hugskotið
Jónhild skal umsita Hugskotið
Jónhild Rasmussen er sett at umsita Nýskapanarhúsið, sum hevur fingið heitið Hugskotið.

22.02.2014 - 09:23
Jónhild Rasmussen er 43 ára gomul, hevur lisið marknaðarbúskap og kemur úr einum starvi sum marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, har hon hevur arbeitt innan leiðslu, marknaðarførslu og vørumenning. Haraftrat hevur hon drúgvar royndir við at seta nýggjar vørur og tænastur í verk og at fylgja teimum til tær eru klárar at selja á marknaðinum.
Jónhild hevur starvast hjá Føroya Tele seinastu 15 árini, nú hon fer at umsita Nýskapanarhúsið Hugskotið.
Nýskapanarhúsið Hugskotið fer at halda til í Niels Winthers gøtu 5 í miðbýnum í Havn.
Jónhild byrjar í starvinum 1. apríl.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























