Ongin broyting í fólkapensjónini fyribils

bannari
Ongin broyting í fólkapensjónini fyribils
Einki uppskot kemur í vár, og Annika Olsen, landsstýriskvinna, dugir ikki at siga, um broytingar koma á ólavsøku
Annika Olsen er landsstýriskvinna í almannamálum
 
25.02.2014 - 14:53

Almannamálaráðið er ongan veg komið við uppskotinum um, hvussu fólkapensjónistar skulu kosta landskassanum minni í framtíðini. Embætisfólk í ráðnum gjørdu í fjør eitt tilmæli um, hvussu til ber at lækka kostnaðin. 

Í tilmælinum er millum annað uppskotið um, at fólk, sum eru fíggjarliga væl fyri, eiga ikki at fáa grundupphæddina í fólkapensjónini. Eitt annað uppskot er at hækka pensjónsaldurin so líðani upp í 70 ár, og byrja við hálvum ári í 2018. Men tilmælini eru ikki liðugt viðgjørd politiskt, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

Einki uppskot í vár

Eingi lógaruppskot koma úr Almannamálaráðnum í vár. Og Annika Olsen dugir ikki at siga, um hon kemur við nøkrum lógarbroytingum um fólkapensjónistar á ólavsøku. Sambært løglistanum, sum løgmaður legði fyri løgtingið á ólavsøku í fjør, og sum er dagførdur í januar í ár, er arbeiðið, sum skal vera grundarlagið undir uppskotunum, og sum er partur av pensjónsnýskipanini, í løtuni til politiska viðgerð hjá samgonguflokkunum.  

Næsta ár er valár. Og tað er neyvan sannlíkt, at landsstýrið kemur við uppskotum, sum ikki eru so væl dámd hjá veljarunum, so tætt upp undir løgtingsval.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327