Nú verður loyvt at skjóta grágás

Nú verður loyvt at skjóta grágás
Fiskimálaráðið hevur biðið løgtingið broyta fuglaveiðilógina fyri at avmarka skaðan, sum grágásin ger.
 
27.02.2014 - 09:11

Tað skal verða loyvt at skjóta eftir grágás, sum hevur sett seg á velt lendi, fyri at styggja hana ella drepa hana.

Fiskimálaráðið hevur biðið løgtingið broyta fuglaveiðilógina fyri at avmarka skaðan, sum grágásin ger. Bøndur siga, at grágásin ger stóran skaða á bøin, og vilja tí hava loyvi til at skjóta gæsnar ella styggja tær við at skjóta eftir teimum.

Og kanningar, sum Búnaðarstovan hevur gjørt, vísa, at grágásin ger skaða á grasvøksturin. Sambært Búnaðarstovuni eru trý til seks prosent av lendinum í Føroyum velt lendi. Og bara, meðan grágás situr á veltum lendi, verður loyvt at skjóta hana. Soleiðis verður grágásin framvegis friðað á óveltum lendi. 

Hevur nógvar vinir

Men sambært hoyringini hjá Fiskimálaráðnum hevur grágásin fleiri vinir enn óvinir í Føroyum. Sama, hvat Fiskimálaráðið, Búnaðarstovan og bøndur siga, mælir Umhvørvisstovan frá at gera lógarbroytingina. Umhvørvisstovan mælir í staðin til tíðaravmarkað undantak frá friðingini í tvey ár, meðan kannað verður, hvussu grágásin er fyri og hvønn skaða, hon veruliga ger.  

Havstovan mælir rætt og slætt til at geva gæsnum frið og ikki broyta lógina. Søvn Landsins halda ikki, at neyðugt er at broyta lógina. Sambært galdandi lóg ber til at søkja um undantaksloyvi at skjóta grágás. Men eingin hevur søkt um slíkt loyvi seinastu árini.  

Fuglafrøðifelagið sigur, at grágásin ger seg ikki inn á velt lendi. Og eingi vísindalig prógv eru fyri, at grágásin elvir til fíggjarligan miss hjá bóndunum, sigur Fuglafrøðifelagið.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659