- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrireika seg til kríggj

Eitt nýtt kríggj kann vera ávegis í Evropa.
Túsundtals russiskir herðmenn eru á ukreinsku hálvoynni Krim, og russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur fingið undirtøku frá russiska tinginum at nýta herðnaðarmegi í økinum.
"Tað, sum Russland ger í Ukreina, er brot á sáttmálan hjá ST. Tað hóttir friðin og trygdina í Evropa", sigur aðalskrivarin hjá herðnaðarfelagskapinum NATO, Anders Fogh Rasmussen.
Sendifólkini hjá londunum í Nato eru í dag innkallað í skundi til Brussel at umrøða, hvat skal gerast við russisku herðnaðardeildirnar á Krim.
Ukreina bað í gjár NATO, ST og ES um hjálp, og er Ukreina við at fyrireika seg til kríggj.
"Russland hevur í veruleikanum boðað frá kríggi móti okkum", sigur ráðharraforsetin í Ukreina Arsenij Jatsenjuk.
Fyrrverandi herðnaðarleiðarin hjá NATO í Evropa, James G. Stavridis, skrivar í blaðnum Foreign Policy, at hann metur, at Nato skal fyrreika seg uppá eina russiska innrás í øllum Ukreina.
Trygdarráðið í ST hevði ein fund í gjár um støðuna, men endaði fundurin úrslitaleysur. Tað er kanska onki at vera bilsin um, tí Russland hevur vetrorætt í trygdarráðnum.
Amerikanski forsetin Barack Obama tosaði við Vladimir Putin í hálvanannan tíma í telefon í nátt, men heldur ikki teir báðir funnu nakra loysn.
Í morgin hittast teir 28 uttanríkisráðharrarnir í ES at tosa um støðuna. Danska blaðið Politiken skrivar, at fleiri lond vilja seta handilsbann í verk móti Russlandi.


























