Ikki bíða við at blíva pápi

Ikki bíða við at blíva pápi
Børn, sum hava gamlar pápar, eru í størri vanda at fáa sálarligar trupulleikar og trupulleikar við innlæring, siga granskarar.
Nýggj gransking vísir, at sáðgóðskan hjá monnum versnar, sum árini ganga.
 
02.03.2014 - 10:12

Størsta gransking av sínum slagi hevur staðfest, at børn, sum hava pápar, ið eru eldri enn 45 ár, eru í størri vanda at fáa autismu, gerast manio-depressiv og skizofren, og at hava lægri intelligenskvotient í mun til onnur børn. Tað vísir nýggj gransking, sambært blaðnum The Telegraph. 

Kvinnur hava verið ávaraðar um, at tær ikki skulu bíða við at fáa børn, men av tí at mannfólk ikki koma í skiftisárini, hava teir hildið, at eingin vandi er í at gerast pápi tá tú ert tilkomin. Men so er ikki. Sáðgóðskan versnar og møguleiki fyri, at DNA'ið broytist er eisini størri, sum árini ganga.

Men kanningar, sum eru gjørdar á lærda háskúlanum í Indiana, hava kannað, hvussu meira enn tvær miljónir børn, sum eru fødd millum 1973 og 2001, hava klárað seg. Og granskarar hava sæð eina ræðandi gongd.

Nýføðingar, hvørs pápi er 45 ára gamal ella eldri, eru í 13 ferðir størri vanda fyri at hava ADHD, enn nýføðingar hjá pápum, sum eru 24 ára gamlir. Og tey eru hálvafjórðu ferð í størri vanda at hava autismu og 25 ferðir størri vanda at gerast manio-depressiv.

Brian D'Onofrio, professari við lærda háskúlan í Indiana sigur við The Telegraph, at granskararnir eru ovfarnir av, at aldurin hevur nógv størri ávirkan, enn kanningar fyrr hava víst. 

Seinastu 40 árini er miðalaldurin fyri at fáa børn hækkaður, bæði hjá monnum og kvinnum. 

The Telegraph hevur dømi um eldri pápar, td. fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, sum 55 ára gamal gjørdist pápi, og sangarin, Paul McCartney, gjørdist pápi, tá hann var 61 ár. 

Brian D'Onofrio, professari, leggur tó aftrat, at tað er týdningarmikið at vita, at vandi fyri at fáa hesar sjúkur er lítil, og at ikki allir tilkomnir pápar fara at fáa hesar trupulleikar. Størri gransking skal til, áðrenn vit koma við tilmælum til pápar, sigur hann við The Telegraph.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867