- Tíðindi, mentan og ítróttur
Møgulig semja um makrelin

Tað er líkt til, at ES, Noreg, Føroyar og Ísland eru sinnað, at halda á við samráðingunum til fríggjadagin, um tað verður neyðugt.
Samráðingarnar snúgva seg um býtið av makrelinum, hvussu nógv skal fiskast, og hvussu atgongdin verður til sjóøki hjá hvørjumøðrum at fiska makrelin.
Samráðingar eru eisini um fleiri onnur viðurskifti, tá talan er um fiskiskapin eftir makreli.
Vælmannað samráðingarnevnd
Tað eru rættiliga stórar samráðingarnevndir, sum eru í Edinburg. Tá øll samráðingarfólkini eru við, er talan um eini 100 fólk. Men tá samráðingarleiðararnir tosa saman, hava teir bert tvey embætisfólk afturat sær.
Og so samráðast eisini tveir og tveir partar, fyri at loysa onkrar knútar.
Í gjár vardu samráðingarnar til langt út á kvøldið, og tað gera tær eisini í kvøld, frættist úr Edinburg.
Norðmenn í øðini
Norska blaðið Fiskaren skrivar, at norska samráðingarnevndin er í øðini, eftir at tað undir samráðingunum er komið fram, at ES skal hava helvtina av grønlendsku makrelkvotuni.
Grønland hevur ásett sær 100 túsund tons av makreli í ár, og sambært eini avtalu ímillum Grønland og ES, skal ES hava helvtina av tí kvotuni, tað eru 50 túsund tons.
Tað eru norðmenn í øðini um, skrivar Fiskaren.


























