- Tíðindi, mentan og ítróttur
15 ung vilja í Ungdómsráðið

Fimm fólk skulu veljast í Ungdómsráðið í Tórshavnar Kommunu og harafturat skulu fimm varalimir veljast.
15 ung fólk stilla upp. Yngsta valevnið er 14 ár og elsta 22.
Eitt valevnið býr í Nólsoy, hini búgva í Havn, Hoyvík ella á Argjum.
Øll í Tórshavnar kommunu, ið eru millum 14 og 22 ár hava valrætt, og fáa øll tey ein av komandi døgunum bræv frá kommunu um valið.
Valt verður á internetinum frá 24. til 28.mars.
Valevnini eru hesi:
Rebbeka Eliasen, f. 1998, Hoyvík
Magnus Heinason Eysturoy, f. 1998, Tórshavn
Gunnhild Hansen, f. 1992, Hoyvík
Bogi Bech Húsgarð, f. 1999, Hoyvík
Harald Joensen, f. 1993, Argir
Hilbert R. Johannesen, f. 1998, Tórshavn
Ásvør Lognberg, f. 1996, Argir
Marianna W. Nagata, f. 1999, Hoyvík
Eyðun Poulsen, f. 1996, Argir
Drós Ragnarsdóttir, f. 1999, Tórshavn
Lydia Sólheim, f. 1998, Hoyvík
Oda Kjartansdóttir Strøm, f. 1991, Tórshavn
Bjørg A. Toftegaard, f. 1997, Nólsoy
Hanna Vang, f. 1995, Tórshavn
Tór Marni Weihe, f. 1994, Tórshavn
Kelda: www.torshavn.fo


























