- Tíðindi, mentan og ítróttur
CIP hevur fingið milliónina

Pengarnir eru tiknir av kontuni nýggir landsvegir. Teir eru bókaðir í roknskapinum fyri 2013, og tað sæst á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, segði við Útvarpið fyri einari viku síðani, at hann hevði fingið at vita frá løgfrøðingum, at hann hevði bæði skyldu og heimild til at flyta milliónina, sum CIP skal hava, tí CIP ikki fekk sáttmálan við Innlendismálaráðið um Eysturoyartunnilin.
Milliónin er flutt á konto hjá P/F Eysturoyartunlinum
12. januar sendi Runi Bro Róin frá CIP ein teldupost til aðalstjóran í Fíggjarmálaráðnum, har hann bað um, at milliónin varð flutt á kontu hjá P/F Eysturoyartunlinum, sum CIP og Lív eiga.
P/f Eysturoyartunnilin fekk einkarrættin í sáttmálanum um Eysturoyartunnilin, sum tó ongantíð varð undirskrivaður.
Ein heilt annar spurningur er, um Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, yvirhøvur hevði loyvi til at gera avtaluna um CIP milliónina.
Hendan spurningin skal kanningarstjórin, Hans Gammeltoft Hansen, svara.


























