Rættindi hjá samkyndum á breddan í DR

Rættindi hjá samkyndum á breddan í DR
Dagføringin av hjúnabandslógini fer til aðru viðgerð í morgin. Danska kringvarpið DR varpar ljós á evnið
LGBT
 
12.03.2014 - 17:30

Danmarks Radio hevur seinastu dagarnar havt fleiri greinar og innsløg um rættindini hjá samkyndum í Føroyum. DR varpar serliga ljós á rættindini hjá samkyndum at giftast. 

Bjørt Samuelsen, Poul Michelsen og Rigmor Dam løgdu í november 2011 uppskot fram um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu giftast borgarliga. 

Ætlanin hjá Poul Michelsen, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam er ikki at nerta føroysku fólkakirkjuna, ið verður undantikin, um uppskotið verður samtykt. 

Uppskotið til aðru viðgerð í morgin

Uppskotið um at dagføra hjúnabandslógina fer til aðru viðgerð í Løgtinginum í morgin - hósdagin, 13. mars 2014. 

Hjúnabandslógin í Danmark

Í Danmark hava samkynd kunnað skrásett seg við serlógini um skrásett parlag. Men 15. juni 2012 var lógin avtikin, samstundis sum hjúnarbandslógin galdandi fyri Danmark var broytt, so samkynd í Danmark nú kunnu gifta seg á sama hátt og við somu rættindum sum øll onnur. 

Les og lurta

Lurta eftir sendingini á DR.dk "Når tågen letter" um núverandi støðuna hjá føroyskum samkyndum, og um dagføringina av hjúnabandslógini.

Les greinina á DR.dk "Ólavur flytter ikke hjem, før han har ret til at blive viet i kirke" 

Les greinina á DR.dk "Færøerne klar til homovielse - og så ikke alligevel"

KELDA: dr.dk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867