TB revsað fyri ólógligan sáttmála

TB revsað fyri ólógligan sáttmála
Nevndarlimir í TB hava fingið forboð móti at luttaka í fótbólti í fleiri ár, og felagið hevur fingið bót
 
12.03.2014 - 17:26

Tað hevur fingið álvarsligar avleiðingar fyri TB og nevndarlimir í TB, at felagið ikki hevur hildið seg til reglurnar hjá Fótbóltssambandinum viðvíkjandi leikarasáttmálum.

André Dalfoss, fyrrverandi formaður í starvsnevndini hjá TB, hevur fingið forboð móti at luttaka í virksemi sum hevur við fótbólt at gera næstu fýra árini.

Kim Roest, formaður í fótbóltsnevndini hjá TB, hevur fingið forboð móti at luttaka í verksemi sum hevur við fótbólt at gera næstu trý árini.

Har afturat hevur TB fingið bót á 50.000 krónur.

Tveir sáttmálar við útlendskan leikara

Málið snýr seg um, at TB í 2012 gjørdi tveir sáttmálar við serbiska leikaran, Igor Grkajac, sum umboðaði felagið í 12 dystum.

Annar sáttmálin varð eftir reglunum sendur til FSF til góðkenningar, men tað var hin sáttmálin ikki.

Góðkendi sáttmálin hevði eitt virði á 40.000 kr., meðan sáttmálin sum ikki bleiv sendur til FSF hevði eitt nógv størri virði: 154.000 kr.

Umframt "eyka sáttmálan" sum ongantíð bleiv góðkendur, var eisini ein munnlig bonus-avtala millum TB og Igor Grkajac á 1.500 evrur.

Aganevndin hjá FSF hevur fingið upplýst frá TAKS, at TB hevur rindað Igor Grkajac 43.000 krónur í løn í 2012.

Grov brot á reglurnar

Aganevndin staðfestir, at tað er álvarsamt brot á regluverkið hjá FSF, at eitt felag ger sáttmála ella ískoytissáttmálar við ein leikara, sum hvørki lýkur innihaldsligu ella formligu krøvini hjá FSF um góðkenning av slíkum sáttmálum.

Eingin ítróttarlig revsing

Nevndarlimir hava fingið forboð móti at luttaka í fótbólti komandi árini, og felagið er revsað fíggjarliga. Men eingin ítróttarlig revsing verður givin. Tað vil siga, at stig verða ikki tikin frá TB, og felagið kann halda fram í 1.deild. 

Hesa avgerðina er Aganevndin komin fram til, tí tað ber (sambært Aganevndini) ikki til at staðfesta greitt, at TB hevur havt ítróttarligan fyrimun av at "eykasáttmálin" ella ískoytissátmálin ikki varð sendur FSF til góðkenningar.

Spurningurin er tó, um TB hevði fingið fatur á Igor Grkajac, um hann ikki hevði fingið bjóðað "eykasáttmálan" á 154.000 kr.

Igor Grkajac hevði avgerandi ítróttarligan leiklut á vøllinum í 2012. Hann skeyt tvey mál í 3-1 sigri á B68, og hann skeyt útjavnandi málið í 1-1 javnleiki móti ÍF.

Úrskurðurin hjá Aganevndini kann lesast her: http://www.fsf.fo/Files/Billeder/K%C3%A6rur/K%C3%A6ra_001_2014.pdf

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650