Bíðilisti til íbúðir til sálarsjúk

Bíðilisti til íbúðir til sálarsjúk
Umleið 50 fólk við sálarligum avbjóðingum standa í løtuni á bíðilista til búpláss
Íbúðir til sálarsjúk, Eystan Heyg í Havn
 
13.03.2014 - 09:46

Hetta kemur fram í svari frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu til Sirið Steenberg, tingkvinnu. Sirið Steenberg vildi vita, um tey fólkini, sum í dag búgva á Psykiatriska Deplinum, sleppa fram at í nýggja sambýlinum í Havn, ið verður liðugt í juni í ár.

Landsstýriskvinnan sigur, at hon vónar, at nýggja sambýlið kann veita teimum búpláss, men leggur herðslu á, at avgerð um upptøku og visitatión er uttan fyri politiska ávirkan. Hetta er skipað í kunngerð, og ein upptøkunevnd er sett at taka avgerð um, hvør fær pláss.

Nevndin hevur sín fyrsta upptøkufund í hesi vikuni. Í nevndini sita umboð fyri Almannaverkið og fyri Psykiatriska depilin.

At tørvurin er stórur og tí eisini áhugin at sleppa at búgva á nýggja sambýlinum, sæst eisini í svarinum frá landsstýriskvinnuni.

Hon sigur, at 37 fólk hava søkt um at pláss í sambýlinum, sum er Eystan Heyg í Havn. Sambýlið ehvur pláss fyri 16 búfólkum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867