- Tíðindi, mentan og ítróttur
Posta hevði avlop í 2013

P/f Posta hevði avlop í fjør. Avlopið var 3,4 mió. kr. eftir skatt. Í 2012 hevði Posta 2,6 milliónir í halli.
Størri søla, størri rakstraravlop, dagføringar og nútímansgerð gera, at Posta hevði avlop, sigur Posta í tíðindaskrivi. Leiðslan í Posta væntar eisini avlop í ár.
Posta seldi fyri 91 milliónir í fjør, sum eru tvær milliónir meira enn í 2012. Tað er fyrstu ferð í søgu partafelagsins, at vøkstur er í søluni.
Posthúsið í Klaksvík varð selt, og tann sølan gav hálva aðru millión í vinningi.
Posthúsini í Runavík og á Tvøroyri eru til sølu og grundstykki, sum Posta eigur við Gøtugjógv og á Óðinshædd í Havn, eru eisini til sølu.
Uppsagnarlønir kostaðu Posta hálva aðru millión krónur í fjør.
Í Posta vóru 124 ársverk í fjør, 18 færri enn í 2012.
Uttan at nevna, hvussu tað skal gerast, og uttan at brúka orðið uppsagnir, sigur leiðslan í ársfrágreiðing sínari, at felagið skal framhaldandi økja lønareffektivitetin.
Tøki peningurin hjá Posta var knappliga 12 milliónir við árslok, dupult so nógv sum árið fyri.
Sambært ársfrágreiðingini hjá Posta hevði felagið Mínboks hálva millión í halli í fjør. Parturin hjá Posta av tí hallinum er 200.000 kr.


























