Húsarannsókn í Vinnuframagrunninum

Húsarannsókn í Vinnuframagrunninum
SØK, betri kent sum bakmanspolitiið, hevur gjørt húsarannsókn hjá fyrrverandi Vinnuframagrunninum.
Vinnuframi
 
14.03.2014 - 09:42

Húsarannsóknin fyrr í vikuni er sum skilst ein liður í málinum um, at árligu stuðulsjáttan hjá grunninum íkki var rætt umsitin í tíðarskeiðnum 2004 til 2009.

Regin Dalsgaard nevndarformaður í Vinnuframagrunninum váttar, at húsarannsóknin er farin fram. Hann er eisini avhoyrdur í hesum sambandi. 

Bakmanspolitið hevði heimild til at taka øll skjøl hjá Vinnuframagrunninum fyri tíðarskeiðið 2004 til 2009.

Fyrrverandi nevndarlimur í grunninum eitt stutt skifti í 2009, Suni á Dalbø meldaði í fjør Kaj Leo Holm Johannesen og Johan Dahl fyri, sambært honum, at vita at alt ikki var farið rætt fram í Vinnuframagrunninum, men einki at gera.

Húsarannsóknin fyrr í vikuni er sum skilst ein liður í hesum. Men ógreitt er enn, um tað er løgmaður og landsstýrismaðurin við vinnumálum, sum eru undir illgruna ella um tað er fyrrverandi stjórin og nevnd í grunninum.

Suni á Dalbø er eisini avhoyrdur av bakmanspolitinum í hesum sambandi. Tað er ikki eydnast okkum enn at fáa váttað, um onnur fólk við tilknýti til grunnin, eru avhoyrd í hesum sambandi. 

Nevndin í Vinnuframagrunninum var skift út í 2009, og stutt eftir var fráfaringaravtala gjørd við táverandi stjóran í grunninum, Ólavur Arge. 

Hetta var gjørt í sambandi við at tað kom fram, at ein partur av árligu stuðulsjáttanini hjá grunninum fór til fyritøkur, har somu persónar gingu aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867