- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samskiftistænastur dýrar í Føroyum
Samskiftistænastur dýrar í Føroyum
Samskiftistænasturnar í Føroyum kosta millum tvær ferðir og átta ferðir so nógv sum í grannalondunum, sigur Kristianna Winther Poulsen.

16.03.2014 - 17:14
Hon hevur sett Johan Dahl, landsstýrismanni, grein 52 spurning um málið.
Kristianna Winther Poulsen vísir á, at í 2012 rindaði Føroya Tele landsstýrinum, sum eigur Føroya Tele, 30 milliónir kr. í vinningsbýti. Hon spyr, um talan ikki er um ein eykaskatt, heldur enn ein nátúrligan kostnað fyri tænastur til privat, almennar stovnar og vinnulívið.
Kristianna Winther Poulsen spyr eisini Johan Dahl, um hann ætlar at loysa telenetið frá samskiftistænastunum, sum Føroya Tele veitir, til tess at skapa fortreytir fyri kapping og lægri prísum.
Spurningar, sum verða settir eftir grein 52 í tingskipanini, skulu svarast innan 10 dagar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























