- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í kvøld: Sjónvarpskjak um fátækramarkið

Arbeiðsbólkurin sigur tey vera fátøk, sum seinastu trý árini hava havt eina inntøku, ið er lægri enn 60 prosent av mið-inntøkuni, og tá er talan um, at 1.555 fólk í Føroyum eru fátøk, verður sagt.

Sambært kanningini eru tað serliga stakir uppihaldarar, sum eru fátækir, og spurningurin er, hvat kann gerast fyri tey, og hvør skal gera tað.

Hjá fólki, sum fáa pensjón, er tað almenni kassin, ið rindar fólki inntøkuna, men hjá teimum, sum liva av løntum arbeiði, er lønarinntøkan avgerandi. Tí er spurningurin, um lønirnar í Føroyum eru ov lágar?

Tað fara Jenis av Rana, løgtingsmaður, og Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum at skifta orð um í kjakinum í sjónvarpinum í kvøld.

Jenis av Rana og Miðflokkurin fingu uppskotið samtykt, har løgtingið heitti á landsstýrið um at áseta eina upphædd, ið verður mett at vera tann minsta einum húsarhaldi tørvar fyri at kunna liva eitt virðiligt lív, og arbeiðið, at áseta fátækramarkið, hevur Almannamálaráðið síðani gjørt. Álitið fekk Annika Olsen handað fríggjadagin.

Kjakið millum Anniku Olsen og Jenis av Rana um fátækramarkið verður eftir Dag og viku í kvøld. Bogi Godtfred er vertur.